VIZ FO

Set dagin av til grafiska fasilitering!

VIZ FO er eitt árligt tiltak sum snýr seg um at fáa nýggjan íblástur innan persónligt visuelt samskifti.

Hesin dagurin er ætlaður øllum, sum eru áhugaði í visuellum samskifti, bæði teimum, ið longu brúka Grafiska Fasilitering og tykkum, ið ongantíð hava roynt tað fyrr. Ert tú leiðari, undirvísari ella starvsfólk, so kanst tú fáa nyttu av at styrkja tíni samskiftisevni. Tú verður ein betri miðlari, leiðari og starvsfelagi – og kanst brúka tíni samskiftisevni í nógvum sambondum.