Grafisk Skjalføring

Grafisk Skjalføring er ein sjónbar endurgeving av t.d. einum fundi, framløgu, tiltaki ella ráðstevnu. Vit koma til tiltakið og tekna eina eina 4 til 6 metur langa tekning. Til ber at lata tekningina hanga á vegginum á arbeiðsplássinum langa tíð aftaná.

Vit meta um uppgávuna við støði í hvørjum einstøkum tiltaki og evni.